Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



INNBYGDUR DUSTSÚGVARI

Hevði tað verið so lætt, at ein kundi komið heim frá arbeiði, har alt var ruddað og gólvini sópað.

Ein loysn kundi verið at fingið sær eina vaskikonu. Ein onnur loysn kundi verið at fingið sær ein sjálvvirkandi dustsúgvara. Hin fyrra loysnin er ein, sum ikki øll hava ráð til, og hin seinna loysnin er ikki altíð hin besta, tí teir sjálvvirkandi dustsúgvararnir náa ikki inn í hvønn krók og undir hvønn stól.

 

 

Skal tað gerast ordiligt, so er neyðugt at tríva í sjálvur, og tað er júst tí, at ein innbygdur dustsúgvari kann lætta ómetaliga nógv um arbeiðið.

Við einum innbygdum dustsúgvara slepst undan at bera ein tungan dustsúgvara fram á gólvið, og at draga hendan runt í húsunum í tíð og ótíð. Í staðin ber til einans at ganga runt húsið við eini dustsúgvaraslangu, sum verður íbundin í veggin. Hetta merkir, at dustsúgvarin altíð stendur á sama plássi, t.d. í vaskirúminum. Rør liggja innanfyri veggirnar, og vera leidd fram til har dustsúgvaraslangan verður sett í. Møguleiki er at hava fleiri súgvikontaktir, so ein kann náa runt alt húsið. Slangusett fáast sum er 9 metur til longdar. Hartil eru fleiri sløg av munnstykkjum.  

 

Slangusett á 9 metur við fleiri munnstykkjum 

 

Tá ið dustsúgvarin skal nýtast, so verður einans farið eftir dustsúgvaraslanguni. Á handtakinum til dustsúgvaran ber til at tendra og sløkkja fyri dustsúgvaranum. Harvið slepst eisini undan at sleipað verður uppá ein streymkaðal.

 

Hondtakið, har ein kann tendra og sløkkja

 

Tá ið liðugt er at dustsúgva, verður slangan kveyla upp har dustsúgvarin stendur, t.d. í vaskirúminum. Um dustsúgvarin skal tømast, so verður hetta lættiliga gjørt við at taka botnin undan.

 

Dustsúgvari og dustsúgvaraslanga, ið hanga í vaskirúmi

 

Niðanfyri sæst eitt dømi uppá ein innbygdan dustsúgvara í køkinum.

 

 

Hjá P/F Svend Krosstein hava vit dustsúgvara við slangusetti, rørpakkar og annað tilhoyr. Síggj okkara vøruúrval her

Set teg í samband við okkum



Súni Clementsen

Innkeypari

Tel. 34 46 22
suni@krosstein.fo

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG