Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt

FRÍSK INNILUFT OG BETRI VÆLVERA

Hugsa tit um at fáa tykkum eina luftskiftiseind?

Eftir tí nýggju bygningskunngerðini er tað eitt krav, at øll nýbygd hús hava eina luftskiftiseind.

Krav er um at útsúgving er í køki og á baðirúmum. Tað er tó ikki bert kravið um útsúgving, sum ger, at fólk fáa sær eina luftskiftiseind. Sum heild verður inniumhvørvið nakað væl betri við at útskifta inniluftina javnan. Hetta gerst sjálvandi meiri neyðugt í nýggjum húsum, sum eru bjálvað betri og eru eisini meiri tøtt.

 

Døgg á rútunum er gott tekin um slavna inniluft

 

Er talan hinvegin um eini hús, sum ikki eru bygd eftir nýggjastu forskriftum, og sum ikki hava eina luftskiftiseind, so kann tað eisini verða ein góð íløga at fáa sær eina luftskiftiseind.

 

Endurnýtsla

Ein framkomin luftskiftiseind syrgir ikki bert fyri at útskifta gomlu inniluftina við nýggja útiluft. Ein luftskiftiseind syrgir eisini fyri, at hetta verður gjørt so skynsamt sum gjørligt.

Heldur enn at lata eitt vindeyga upp og harvið køla alt húsið niður, so endurnýtur ein luftskiftiseind tann hitan úr luftini, sum verður sogin út. Tann nýggja luftin, sum verður blást inn, upptekur ein stóran part av hesum hita. Harvið er ein luftskiftiseind bæði orkusparandi og til bata fyri inniumhvørvið.

 

Hitin verður endurnýttur í einum vekslara

 

 

Hvat slag av luftskiftiseind hóskar seg best?

Umráðandi er at luftskiftiseindir hava ein vekslara, sum fær endurnýtt hitan. Í dag hava tær flestu luftskiftiseindirnar ein mótstreymsvekslara.

Afturat tí, so kann tað vera ein fyrimunur at luftskiftiseindin hevur ein innbygdan hygrostat. Ein hygrostatur er ein fuktmátari, sum heldur eyga við um luftin er ov slavin. T.v.s. at um fuktinnihaldið í luftini er ov høgt, so verður ferðin á útsúgvingini sett upp, so at inniluftin aftur gerst vanlig.

Eitt annað, sum er hent hjá summum er at hava eina by-pass. At hava eitt by-pass í eini luftskiftiseind merkir, at luftskiftiseindin kann nýtast til at køla við. Í einum húsum við stórum vindeygum kann tað gerast ógvuliga heitt teir heitu summardagarnar, tá sólin skínur. Ein luftskiftiseind við by-pass tekur tá fríska og kalda útiluft og blæsur hesa beinleiðis inn í rúmini.

Til ber eisini at fáa luftskiftiseindir við innbygdari hitapumpu. Nakrar av hesum luftskiftiseindum hava ikki mótstreymsvekslara, men einans hitapumpu. Hesar eru nakað bíligari enn luftskiftiseindir, sum bæði hava mótstreymsvekslara og hitapumpu.

 

 Nilan VPL 15 við innbygdari hitapumpu uttan mótstreymsvekslara

 

Um ein frammanundan hevur stórar útreiðslur til upphiting, so kann tað vera ein fyrimunur at fáa sær eina luftskiftiseind við hitapumpu. Eru útreiðslurnar til upphiting hinvegin ikki so stórar, um ein til dømis longu hevur aðra hitapumpu, so er ikki vist at ein slík íløga loysir seg.

 

 

Hvussu kann eg bera meg at við at fáa eina luftskiftiseind í ein verandi bústað?

Eitt tað fyrsta at leita eftir er eitt hóskandi stað at seta luftskiftiseindina upp. Hetta kann vera undir einari vaðing, uppá ovasta loft ella í eitt kjallararúm. Staðsetingin er góð, um tú hevur pláss fyri 4 spiro-rørum á 160 mm í tvørmáti. Nakrar luftskiftiseindir hava 2 úrtøk í hvørjum enda, meðan nakrar eindir hava øll 4 úrtøkini úr sama enda á luftskiftiseindini.

 

Eitt Genvex Ges Energy S, sum hevur øll úrtøk í sama enda

 

Eitt úrtak skal nýtast til at leiða fríska luft úti frá og inn. Eitt annað verður nýtt til avkast frá útsúgvingini. Hini bæði rørini verða síðani nýtt til at súgva út ella blása inni í einstøku rúmini.

 

 

Flexrør ella høvuðsleiðingar

Tað eru 2 hættir at leggja rør frá luftskiftiseindini og inn til rúmini.

Fyrr var vanligt einans at nýta spiro-rør til alla ventilatiónina. Ein høvuðsleiðing til útsúgving og ein høvuðsleiðing til innblæsing varð nýtt til at fáa luftini út úr og í rúmini. Hendan loysnin er framvegis góð at nýta, um ein hevur rúm at leggja rørini. Hendan uppsetingin er tó torfør at fáa inn í ein verandi bústað uttan at rørini gerast sjónlig.

 

Høvuðsleiðingar eru ofta millum 125 og 160 mm í tvørmáti.

 

Ein annar nýggjari háttur er at nýta flexrør. Heldur enn at hava eina høvuðsleiðing til útsúgving og eina til innblæsing, so verða flexrør leidd úr fordeilaraboksum og út í rúmini. Harvið verður tørvurin á plássi ikki eins stórur. Um tørvur er á størri nøgd av luftskifti, so kunnu fleiri flexrør leggjast síð um síð.

 

Flexrør eru einans 75 mm í tvørmáti

 

Gerst tað sera trongligt í støðum, so ber til at nýta spiro-rør saman við flexrørum, sum hava eitt tvørmát á 63 mm.

Umráðandi er at hava í huga, at um rør liggja uttanfyri setahúsabjálvingina, so er neyðugt at hesi verða bjálvað.

 

Eru aðrir fyrimunir við at hava luftskiftiseind?

Øll sum hava ovurviðkvæmi fyri pollen kunnu fáa gleði av eini luftskiftiseind. Til ber at fáa pollenfiltur, ið reinsa luftina, so at ein ikki verður plágaður av hesum í sínum egna heimi.

Sum heild er inniumhvørvi í betri javnvág við eini luftskiftiseind, og hetta er til bata fyri øll.

 

Yvirlit yvir allar okkara luftskiftiseindir

Set teg í samband við okkum



Sjúrður Olsen

Ráðgevi
Tel. 29 46 05
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG