Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



DUKA ONE R6

Við einum Duka One ventilatori ber til at fáa eina ventilatiónseind til hvørt einstakt rúm.

Hetta er serstakliga væl egnað til teirra, ið ikki hava møguleika fyri at fáa sær eina ventilatiónseind.

Sjálvt um ein ventilatiónseind er besta loysnin til at endurnýggja inniluftina í húsunum, so er tað ikki altíð, at tað letur seg gera at fáa sær eina slíka. Til Duka One krevst 'einans', at hol verður borað í veggin, so at ventilatorurin fær heintað nýggja og fríska luft útifrá.

 

Duka One bæði sýgur luft út úr rúminum og blæsur nýggja luft inn í rúmið. Skiftivís sýgur ella blæsur ventilatorurin í 70 sekund hvønn vegin.

Harafturat endurnýtir Duka One hitan úr luftini, ið verður sogin út, til at hita luftina, ið verður blást inn. Sostatt ber til at endurnýta upp til 90% av hitanum.

 

Nærri frágreiðing um hvussu hesin ventilatorin virkar sæst her

 

Eisini ber til at fáa ein Duka One ventilator, ið er betri egnaður at nýta í baðirúmum.

Møguleiki er eisini at fáa sær fleiri Duka One, ið arbeiða saman. Hetta merkir, at tá ið ein blæsur inn, kann ein annar súgva út. Harvið kunnu tveir ella fleiri ventilatorar arbeiða saman. Hetta er ein góð loysn, um talan er um eina størri stovu, ella um tvey rúm, har tørvur er á útsúgving, liggja síð um síð.

 

Okkara prísir og yvirlit yvir Duka One ventilatorar ber til at síggja her

 

Teknisk datablað og vegleiðing

Set teg í samband við okkum



Olaf Vesturgarð

Tekniskur ráðgevi

Tel. 34 46 83
olaf@krosstein.fo

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG