Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



VÁPNASKRÁSETING & VÁPNAPRÓGV

Viðvíkjandi skráseting

Øll skotvápn skulu sambært kunngerð um skráseting av skotvápnum skrásetast í eini vápnaskrá.

Umhvørvisstovan, ið umsitur vápnaloyvir, hevur eina serstaka heimasíðu har tað ber til at skráseta vápn. Sí leinkju niðanfyri:

Vápnaskráin

 

Viðvíkjandi vápnaprógv

Frá 1. januar 2017 krevst vápnaprógv. Persónar, sum eru 18 ár ella eldri og hava staðið vápnatrygdarskeiðið, kunnu søkja um vápnaprógv.

Vápnaskráin - umsókn um vápnaprógv

 

Persónar, sum eru føddir 31. desember 1985 ella áðrenn, og sum tann 1. januar 2016 ella áðrenn lógliga áttu skotvápn, nýtast ikki at hava staðið vápnatrygdarskeið fyri at søkja um vápnaprógv.

Øll sum skulu nýta skotvápn til skjóting skulu hava vápnaprógv, óansæð nær tey eru fødd.

 

Fá meiri at vita um vápnaskráseting, prógv og annað her:

 

Umhvørvisstovan

Set teg í samband við okkum



Jógvan Magnussen

Handilsleiðari

Tel. 34 46 16
jogvan@krosstein.fo

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG