Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



Spar pengar við Alpha2

Spar pengar við nýggju Alpha2 sirkulatiónspumpuni frá Grundfos

 

Ein týðandi partur av hitaskipanini í sethúsum er sirkulatiónspumpan. Hon syrgir fyri at heita vatni úr oljuketlinum ella hitapumpuni verður sirkulerað runt í húsunum.

Tá ið vit skrúva upp fyri termostatunum á raditorum ella gólvhitanum, so vænta vit eisini, at hesir gerast heitir beinavegin. Neyðugt er tí, at sirkulatiónspumpan til eina og hvørja tíð kann fáa heita vatni út í hitaskipanina.

Fyri at halda ein støðugan hita í húsunum krevst eisini at sirkulatiónspumpan koyrir allar tímarnar í døgninum.

 

Kanna eftir hvussu nógvan streym tín gamla sirkulatiónspumpa brúkar

Eldri sirkulatiónspumpur koyra uttan nakra elektroniska regulering. Hetta merkir, at tær nýta eins nógvan streym allar tímarnar í døgninum alt árið. Vanliga ber til at velja í millum 3 trin sum sirkulatiónspumpan kann koyra við.

Á sirkulatiónspumpuni ber til at síggja hvussu nógv hendan nýtir av streymorku til hvørt einstakt trin:

Á myndini sæst ein eldri sirkulatiónspumpa, sum hevur trý trin. Á fyrsta trini nýtir pumpan 30 Watt, á øðrum trini nýtir hon 45 Watt og á triðja trini nýtir hon 60 Watt.

 

Hetta er ein ógvuliga vanlig sirkulatiónspumpa, sum er at finna í fleiri sethúsum í Føroyum.

 

Við nýggju sirkulatiónspumpuni frá Grundfos ber til at spara heilt nógv

Alt eftir hvussu stórur tørvur er á hita í húsunum, kann nýggja Grundfos Alpha2 sirkulatiónspumpan sjálv regulera, hvussu nógvari megi hon skal koyra við. Hetta merkir, at pumpan einans koyrir við hægri ferð, tá ið tørvur er á tí. Aðrar tíðir koyrir hon við lægri ferð.

Harafturat gagnnýta nýggju sirkulatiónspumpurnar el-orkuna betur enn tær gomlu. Hetta merkir, at ein nýggj pumpa á sínum hægsta trini nýtir minni el-orku enn ein eldri pumpa, ið koyrir á sínum lægsta trini. Til nýggju sirkulatiónspumpurnar fylgir eisini ein bjálvingarkappi, so at hitatapið er sum minst.

Í talvuni niðanfyri kanst tú síggja heilt nágreiniliga hvussu nógv minni ein nýggj sikulatiónspumpa nýtir í mun til eina eldri sirkulatiónspumpu.

 

 

Í talvuni er ein Grundfos UPS 25-40 180 samanborin við eina Grundfos Alpha2 25-40 180

Kelda: Grundfos spareguide Alpha2 – Grundfos.dk

 

Nýtslusamanbering

Niðanfyri er gjørd ein samanbering, har báðar pumpurnar verða settar á trin 2. Hædd verður tí ikki tikin fyri, at nýggja sirkulatiónspumpan eisini kann regulera seg eftir tørvi.  Í samanberingini nýtir nýggja pumpan 12 Watt og ein eldri pumpa, sum er framleidd áðrenn 2005, nýtir 45 Watt.

 

Í roknistykkinum sæst at sparingin er rættiliga stór.

Grundfos UPS 25-40 180

45 Watt = 0,045 kWh

Nýtsla/ár:

0,045 x 24 x 365 = 394 kWh

Árlig el-rokning:

394 x 1,89 = 745,- kr v/mvg

Grundfos ALPHA2 25-40 180

12 Watt = 0,012 kWh

Nýtsla/ár:

0,012 x 24 x 365 = 105 kWh

Árlig el-rokning:

105 x 1,89 = 198,- kr v/mvg 

 

Sparingin gerst í minsta lagi 547,- krónur um árið.

 

Havast skal í huga, at nýggja sirkulatiónspumpan kann regulera seg sjálva, og tí kann sparingin gerast enn størri.

Lesa meiri um Grundfos sirkulatiónspumpur her:

http://dk.grundfos.com/products/find-product/new-alpha2.html

Set teg í samband við okkum



Tórhallur Magnussen

Tekniskur ráðgevi

Tel. 34 46 94
torhallur@krosstein.fo

 

 

Hug til eitt orkuprát?

Skriva okkum ein teldupost.

Orkuprát er ókeypis og óbindandi.

Vit vegleiða hvør orkuloysn hóskar seg best til tín.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG