Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



Snildar orkuloysnir frá Danfoss

Við einari jarðhitapumpu frá Danfoss fæst mest burturúr reinu orkuni í okkara umhvørvi.

Danfoss framleiðir jarðhitapumpur, ið hava eitt høgt nyttustig við einum SCOP á 5,6. SCOP stendur fyri 'Seasonal Coefficient of Performance', ið er eitt tal, sum lýsir lutfallið millum nýtta og givna orku. Hetta verður roknað út sum eitt meðaltal fyri alt árið.

Hetta merkir, at fyri hvønn kWh av el-orku ein nýtir til hitapumpuna, kann fáast heilt upp til 5,6 ferðir so nógv hitaorku burturúr til at hita húsini.

Ein Danfoss jarðhitapumpa minnir mest um eina frystiboks

 

Heldur enn at nýta dálkandi olju til upphiting, so gagnnýtir ein jarðhitapumpa ta orku, ið finst í jørðini. Hetta verður gjørt við at eitt ella fleiri jarðhitahol verða borað nær húsinum. Yvirhøvur eru hitapumpur væl egnaðar at brúka í Føroyum, tí at hitalagið er hampuliga støðugt alt árið.

 

Danfoss

Við Danfoss hevur tú møguleika fyri at fáa eina heildarloysn til alt innan upphiting og ventilatión. Danfoss hevur framkomnar gólvhitastýringar, radiatortermostatar og ventilatiónsskipanir, sum kunnu samskifta sínámillum við Danfoss Link. Hetta ger at sum mest fæst burturúr øllum teimum skipanum ein hevur. Ístaðinfyri at skipanir mótarbeiða hvørjum øðrum, so tillaga hesir seg í mun til hvørja aðra.

 

Danfoss Link gevur tær møguleika at stýra hitanum á tínari snildfon

 

Framtíðin er tráðleys

Við Danfoss Link ber til at knýta allar skipanir í eitt og stýra hesum úr einum stað. Harvið ber til at halda eyga við og neyvt regulera hitalagið í húsinum. Við einari app á tínari snildfon, ber eisini til at halda eyga við hitanum og gera reguleringar eftir tørvi.

Við Danfoss Link er møguligt at avmarkað nýtsluna til upphiting teir tímarnar ein svevur ella er til arbeiðis. Eisini ber til at boða skipanini frá, um ein fer í feriu. Harvið tillagar skipanin seg eftir tí avmarkaða tørvinum í teimum tíðarskeiðunum.

Húsini gerast heldur ikki ov køld, men varðveitur ein fløva. Skipanin veit best hvussu nógv hitalagið skal lækka, so at tað aftur er heit, tá ið ein vaknar ella kemur heim frá arbeiði.

 

Danfoss hevur her ein livandi lýsing av hvussu Danfoss Link virkar. 

 

Ráðgeving

Hjá okkum fært tú góða ráðgeving um alt innan orkuskifti og HVS. Vit hava eitt toymi av tekniskum ráðgevum, sum eru tilreiðar at hjálpa tær og vegleiða um tær ymisku loysnirnar, sum vit kunnu bjóða. Skalt tú í holt við at byggja nýtt ella gera størri ella smærri umvælingar, so kunnu vit geva tær eitt óbindandi tilboð.

Set teg í samband við okkum



Høgni Nielsen

Tekniskur leiðari

Tel. 34 46 88
hogni@krosstein.fo

 

 

Hug til eitt orkuprát?

Skriva okkum ein teldupost.

Orkuprát er ókeypis og óbindandi.

Vit vegleiða hvør orkuloysn hóskar seg best til tín.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG