Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



Jarðhiti til vinnubygningar

Ein hin fyrsta jarðhitaskipanin í Føroyum

 

Millum tær fyrstu jarðhitapumpurnar í Føroyum, er ein Danfoss jarðhitapumpa, sum í 2009 varð íbundin til ein vinnubygning í Hoyvík. Seks jarðhitahol eru borað fyri at nøkta hitatørvin í bygninginum, sum er á leið 1000 fermetur til støddar.

 

Jarðhitapumpur eru bíligar í rakstri

Endamálið við at íbinda hesa jarðhitapumpuna var millum annað, at Jarðfeingi kundi gera mátingar og síggja hvør sparingin er við at nýta eina jarðhitaskipan, heldur enn oljuketil, til upphiting. Hesar mátingar er síðani samanbornar við tøl fyri oljunýtsluna, sum áður varð nýtt.

Jarðhitapumpur eru bíligar í rakstri, tí at nyttustigið er høgt. Er árliga nyttustigið (eisini nevnt SCOP) til dømis 4, so merkir hetta, at ein hitapumpa framleiðir 4 kW av hitaorku úr 1 kW av elorku.

 

Hvussu virkar ein jarðhitapumpa

Jarðhitapumpur, við einum vertikalum boriholi, virka á tann hátt, at ein veska, eisini kallað brina, verður leidd gjøgnum eina jarðhitaslangu í eitt borihol niður á eitt dýpi, ið er á leið 200 metur djúpt.

Veskan dregur síðani hita til sín og verður hareftir førd inn í hitapumpuna, ið stendur innandura. Í hitapumpuni er ein vekslari og ein kompressari, ið fær gagnnýtt hesa tilførdu orku og umsett hana til hita, ið kann nýtast til upphiting ella heitt brúksvatn.

 

Set teg í samband við okkum



Olaf Vesturgarð

Tekniskur ráðgevi

Tel. 34 46 83
olaf@krosstein.fo

 

 

Hug til eitt orkuprát?

Skriva okkum ein teldupost.

Orkuprát er ókeypis og óbindandi.

Vit vegleiða hvør orkuloysn hóskar seg best til tín.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG