Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



Jarðhitaskipan heima á Sandi

 

Heima á Sandi hava Sóleyð og Poul Klementsen fingið sær jarðhita.

Teirra Danfoss jarðhitaskipanin er rættiliga serstøk á tann hátt, at jarðhitaslangurnar eru grivnar niður í jørðina kring húsini. Tær flestu jarðhitaskipaninar í Føroyum nýta hinvegin eitt borihol.

Á Sandoynni eru góðar umstøður til slíkar orkuloysnir, har ein kann grava djúpt og størri øki eru dýrkað lendi.

Jarðhitaslangurnar til hesa orkuskipanina eru grivnar niður á leið 1 metur á einum stykki, ið hoyrir til húsini. Veskan í jarðhitaslangunum dregur síðani hitan úr jørðini.

Til hesa jarðhitaskipanina verður tó sami innipartur nýttur sum til tær hitapumpur, ið hava eitt borihol í klettin. Jarðhitapumpur eru tí rættiliga fjølbroyttar, við tað at orka kann dragast úr lendinum, einum boriholi ella úr sjónum.

Rólant Vidtfeldt, ið er rørleggjari suðuri á Sandi, hevur tikið sær av øllum rørarbeiðinum í samband við uppsetan av hitapumpuni. Poul Klementsen, sum eigur húsini og jarðarstykki, hevur tó verið við til at lagt jarðhitaslanguna í jørðina. Starvsfólk frá P/F Svend Krosstein hava síðani syrgt fyri áfylling og sett hitapumpuna í gongd.

 

Danfoss Link

Í húsunum heima á Sandi er ein gólvhitaskipan frá Danfoss, ið arbeiðir saman við jarðhitapumpuni. Hetta merkir, at gólvhitaskipanin fær sent boð til hitapumpuna um tørvin á hita í húsinum. Hitapumpan fær tí arbeitt uppaftur betur, so at gagnnýtslan gerst hin besta.

Gólvhiti er sum heild ein betri háttur at upphita húsini, tá ið ein hevur hitapumpu, tí at tá gerst fremleypshitin lægri. Ein lægri framleypshiti ger at hitapumpan arbeiðir minni og harvið gerst nyttustigið hægri. Nyttustigið, eisini kallað COP, ið er ein stytting fyri 'coefficient of performance', fortelur nakað um hvussu nógva orku hitapumpan fær gagnnýtt. Hevur ein hitapumpa eitt nyttustig á 4, so fær ein 4 kW av hitaorku við at nýta 1 kW av el-orku.

Umframt hava Sóley og Poul Klementsen eisini eitt modul til hitapumpuna, ið ger tað møguligt hjá teimum at eygleiða og stýra hitapumpuni við einari app á sínari snildfon. Hetta er ógvuliga praktiskt, um ein er burturstaddur í longri tíð.

 

Set teg í samband við okkum



Olaf Vesturgarð

Tekniskur ráðgevi

Tel. 34 46 83
olaf@krosstein.fo

 

 

Hug til eitt orkuprát?

Skriva okkum ein teldupost.

Orkuprát er ókeypis og óbindandi.

Vit vegleiða hvør orkuloysn hóskar seg best til tín.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG