Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



Jarðhitaskipan í Vestmanna

Jarðhitapumpur verða longu nýttar í fleiri sethúsum í Føroyum við góðum úrslitum.

 

Í Vestmanna hava Signhild og Sámal fingið sær eina jarðhitapumpu frá Danfoss til nýggju húsini, har tey fluttu inn í 2013.

 

Signhild og Sámal eru væl nøgd við jarðhitaskipanina, ið ger at kostnaðir til upphiting ikki eru stórir. Húsini eru 220 fermetrar og samlaða el nýtslan í 2015 var 10.068 kWt, svarandi til 1.635 kr. um mánaðin í el-rokning. Hetta er samlaða nýtslan til upphiting, ljós og onnur elektrisk tól.

Gunleiv í Gerðinum, ið rekur rørleggjaravirkið GíG Sp/f, hevur staðið fyri øllum rørarbeiðinum í húsinum og hevur eisini staðið fyri sjálvari íbindingini av jarðhitapumpuni til hitaskipanina.

 

Jarðhitapumpur vælegnaðar til nýbygging

Hjá Signhild og Sámal hava tey gólvhita. Hitapumpur er serstakliga vælegnaðar til upphiting, tá ið ein hevur gólvhita. Við gólvhita er hitaflatan í húsinum stór og framleypshitin er harvið lágur. Ein lægri framleypshiti ger at nyttustigið á hitapumpuni gerst betur. Er talan um eini hús við radiatorum, so er hitaflatan minni og framleypshitin verður tí hægri.

 

Árliga nyttustigið (SCOP) á hitapumpuni verður ávirkað av hesum. Ein jarðhitapumpa frá Danfoss, ið er íbundin til gólvhita, vil vanliga framleiða millum 4 og 5 kW av hitaorku úr 1 kW av el-orku. Ein jarðhitapumpa, ið hinvegin er íbundin til radiatorar, vil vanliga framleiða millum 3 til 4 kW av hitaorku úr 1 kW av el-orku.

 

Eitt árligt nyttustig á 4 SCOP merkir at hitapumpan framleiðir 4 kW av hitaorku úr 1 kW av el-orku. SCOP, ið er ein stytting 'Seasonal Coefficient of Performance' fortelur nakað um hvat árliga nyttustigið er. T.v.s. at ein fær at vita hvussu nógva orku hitapumpan fær gagnnýtt yvir eitt heilt ár.

 

 

Jarðhitapumpur virka á tann hátt, at ein jarðhitaslanga verður løgd í eitt borihol í grundstykkinum. Holið verður borað eina hóskandi dýpd, so at veskan í jarðhitastronginum fær drigið nóg mikið av orku úr jørðini. Veskan verður hareftir leidd inn í hitapumpuna, ið stendur innandura. Her verður tilførda orkan útvunnin við einum vekslara og kompressara. Úrslitið er heitt vatn til upphiting og brúksvatn.

 

 

Set teg í samband við okkum



Høgni Nielsen

Tekniskur leiðari

Tel. 34 46 88
hogni@krosstein.fo

 

 

Hug til eitt orkuprát?

Skriva okkum ein teldupost.

Orkuprát er ókeypis og óbindandi.

Vit vegleiða hvør orkuloysn hóskar seg best til tín.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG