Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



Danfoss Link

 

Danfoss hevur ment eina hitastýring, ið eitur Danfoss Link.

Stýringin kann nýtast til at stýra hitanum í tínum húsum, og ger tað møguligt hjá tær at fáa eitt fjálgt og fløvandi inniumhvørvi. Hetta letur seg gera, samstundis sum tú eisini kanst spara orku.

Danfoss Link eygleiðir hvussu tørvurin er á hita alt døgnið. Stýringin ger tað møguligt at spara orku, tá ið tú ert til arbeiðis, ella tá ið tú svevur. Tá ið tú vaknar á morgni ella kemur heim frá arbeiði seinnapart, so er aftur heitt og fjálgt.

Til ber eisini at stýra og halda eyga við skipanini frá einari snildfon.

 

 

Danfoss One

Hevur tú til dømis eina hitapumpu frá Danfoss og eina luftskiftisskipan frá Danfoss, so syrgir Danfoss Link stýringin fyri, at hesar skipanir samskifta við hvørja aðra. Hetta er tað sum verður nevnt ‘Danfoss One’. Hetta er sammanrenningin av fleiri eindum, ið hevur við sær eitt enn betri inniumhvørvi og enn størri sparing. Til Danfoss One ber til at knýta:

 

  • Danfoss hitapumpu

 

 

  • Danfoss gólvhitaskipan

 

 

  • Danfoss Living Connect termostatar

     

     

  • Danfoss luftskiftisskipan

 

Tú kanst eisini lesa meiri um Danfoss Link stýringina her:

 

Smartvarme

 

Set teg í samband við okkum



Fía Rubeksen

Sølufólk

Tel. 29 46 25
fia@krosstein.fo

 

 

Hug til eitt orkuprát?

Skriva okkum ein teldupost.

Orkuprát er ókeypis og óbindandi.

Vit vegleiða hvør orkuloysn hóskar seg best til tín.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG