Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



VEGLEIÐING VIÐVÍKJANDI GÓLVHITA

Nógvir valmøguleikar eru, um ein ynskir at fáa sær hita í gólvini. Gólvhiti er alt meiri vanligur í nýggjum húsum, og ofta verður eisini skift til gólvhita, tá ið umvælingar av eldri húsum verða gjørdar.

Tað eru nógvir hugsandi hættir at leggja hita í gólvið. Tí verður í hesi greinini greitt nærri frá møguleikunum, og víst verður eisini til teir mest vanligu hættirnir, ið vera nýttir.

 

Gólvhitastýring

Vanligt er at fáa sær eina gólvhitastýring til sínar gólvhitar. Hetta merkir, at øll rørini verða leidd fram og aftur úr fordeilararørum á gólvhitastýringini. Gólvhitastýringin syrgir síðani fyri at termoventilar á fordeilararørunum lata upp og aftur fyri hitanum.

Termoventilarnir samskifta við termostatar í einstøku rúmunum, har ein eisini kann stilla rætta hitalagið. Sostatt ber til neyvt at stýra hitalagnum í einkultu rúmunum eftir egnum ynski, um tørvur er á tí.

Gólvhitastýringar regulera hitan í framleypsrørunum. Fyrr var mest vanligt at hava returventilar og termostatar, sum vóru til at regulera manuelt í rúminum. Hesin hátturin verður tó enn nýttur til smærri umvælingar, har tað t.d. einans verður lagdur hiti í gólvið í baðirúmum.

Wavin fordeilararør og shuntstýring

 

Hjá P/F Svend Krosstein kanst tú velja í millum 2 sløg av gólvhitastýringum. Wavin gólvhitastýring, sum er tann mest vanliga, er síggja í nógvum føroyskum heimum. Umframt Wavin hava vit eisini Danfoss gólvhitastýring, ið hevur møguleika fyri stýring á einari snildfon. 

 

Gólvhiti til parket, laminat ella trægólv

Fyrr var vanligt bert at hava hita í stoyptum gólvi, men í dag er vanligt at hava hita til øll sløg av gólvum. Við at nýta aluplátur at leggja rørini í, so ber til hita upp eitthvørt gólv. Alupláturnar kunnu m.a. fyrst vera lagdar í spón- ella flaminguplátur, sum hava spor í.

Neyðugt er at nýta aluplátur, tá ið gólvhiti verður lagdur undir parket, laminat ella trægólv. Alupláturnar syrgja fyri, at hitin úr rørunum verður javnur í øllum gólvinum.

At nýta spónplátur við sporum er mest nýtti hátturin at leggja hita í gólv, har ein ikki skal stoypa. Tá er støddin á rørunum 16 mm.

Flaminguplátur við sporum verða mest nýttar, um ein ikki hevur møguleika til annað. Hetta kann m.a. vera har tað longu er stoypt eitt gólv. Tá er støddin á rørunum antin 16 ella 20 mm. Hartil eru flamingupláturnar úr bjálvandi tilfari, ið ger tær egnaðar at nýta, har ein ikki fær bjálvað nóg mikið.

 

Stødd á rørum

Í dag er mest vanligt at nýta PEX ella ALUPEX rør til gólvhita.

20 mm PEX rør og 16 mm ALUPEX rør eru mest nýttu støddirnar. Sjálvt um báðar støddirnar verða nýttar til ávíkavist at leggja í betong ella í aluplátur, so er mest vanligt, at 20 mm PEX rør verður nýtt til at stoypa í gólvið og ALUPEX 16 mm verður oftari nýtt til at leggja í aluplátur.

Fyrr var tað ógvuliga vanligt at nýta koparrør ella smærri støddir av PEX røri, men gingið verður burtur frá hesum loysnum, av tí at koparrør eru dýr, og eisini tí at ALUPEX rør eru nógv lættari at leggja enn PEX rør.

20 mm PEX rør verður tó enn nýtt til stoypt gólv, tí prísurin er lágur og møguleiki er at nýta færri metrar fyri hvønn fermetur og harvið størri strong.

Hjá P/F Svend Krosstein hava vit, umframt rør, eisini aluplátur, spónplátur og flaminguplátur á goymslu.

 

20 mm PEX rør fest niður á armering við stáltráði

 

Longd á gólvhitastreingi

Umráðandi er at hvør einkultur strongur ikki gerst ov langur. T.v.s. at verður 16 mm ALUPEX rør nýtt, so má strongurin í mesta lagi vera 100 metur til longdar. Verður harafturímóti 20 mm PEX rør nýtt, so kann hvør stongur vera upp til 120 metur langur.

 

Frástøða millum rørini

Tá ið ein nýtir 20 mm PEX rør í stoypt gólv, skal frástøðan millum rørini helst ikki vera størri enn 30 cm. Men mest vanligt er at hava 25 cm millum rørini. Er frástøðan 25 cm millum rørini, so verða nýttir í miðal 4 metrar av røri fyri fermeturin.

Til 16 mm ALUPEX skal frástøðan millum rørini í stoyptum gólvi helst ikki vera størri enn 30 cm. Mest vanligt er tó at leggja hesi rørini við 20 cm frástøðu millum rørini. Harvið verða í miðal nýttir 5 metur av røri fyri fermeturin.

Tá ið rør verða løgd í spónplátur við sporum, verður 16 mm ALUPEX rør nýtt, og er frástøðan millum rørini tá 20 cm.

 

Bjálving

Tað er av stórum týdningi, at tað verður væl bjálvað undir einum gólvhita. Hetta er serliga galdandi, um talan er um gólvhita í stoyptum gólvi, ið liggur beint niður á jørðina.

 

Niðanfyri eru víst nøkur dømi hvussu gólvhiti verður lagdur.

 

 
Omanfyri er víst eitt dømi hvussu gólvhiti verður lagdur í stoypt gólv. Bjálvað verður væl niður á grundina. Hetta er ein vanligur háttur at leggja gólvhita, tá ið stoypt verður.  

 

Her er eitt annað dømi har spónplátur við alu-plátum verða nýttar. Bjálvað verður millum undirsløgini. Hesin hátturin er vanligur har trægólv verður nýtt.

     
   
Eitt dømi er her víst við gólvhita í flaminguplátum, har flamingu verður lagt omaná verandi undirgólv. Um linolium- ella laminatgólv verður nýtt at leggja omaná, má eitt millumgólv eisini nýtast.    
     

Set teg í samband við okkum



Olaf Vesturgarð

Tekniskur ráðgevi

Tel. 34 46 83
olaf@krosstein.fo

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG