Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



SKALT TÚ SKIFTA SIRKULATIÓNSPUMPU?

Um tú hevur eina eldri sirkulatiónspumpu, ið treingir til at skiftast, so ber til hyggja í eina konverteringstalvu hjá Grundfos, fyri at síggja hvør nýggj pumpa kann nýtast ístaðin fyri.

Tú ert eisini vælkomin til at spyrja okkum um hetta. Tú kanst antin ringja, skriva teldupost ella koma inn á gólvi.

 

At skifta út eina eldri sirkulatiónspumpu kann hava við sær eina munandi lægri el-nýtslu og harvið stóra sparing.

Ein eldri útgáva av einari Grundfos sirkulatiónspumpu til eitt húsarhald, ið er keypt áðrenn 2005, brúkar væl meiri el-orka enn ein nýggjari útgáva.

Á sirkulatiónspumpuni kanst tú síggja hvørja útgáva tú hevur, og eisini hvat hon nýtir av orku.

 

 

Hevur tú eina pumpu, sum t.d. eitur Grundfos UPS 25-40 180, ið er ein ógvuliga vanlig húsarhaldspumpa í Føroyum, so gerst sparingin við at skifta til eina Alpha2 rættiliga stór í krónum og oyrum.

 

Sí grein um hvat tú kanst spara: Spar pengar við Alpha2

 

Hjá P/F Svend Krosstein selja vit Grundfos pumpur. Grundfos er danskt merki og er ein av størstu framleiðarum av sirkulatiónspumpum í øllum heiminum. Tær nýggjastu útgávurnar av sirkulatiónspumpum frá Grundfos eru frá 2013 og frameftir. Hesar eita Alpha2 og Magna3.

 

 

Sí prís á einari vanligari sirkulatiónspumpu: Alpha2 25-40 180

 

Konverteringstalvan hjá Grundfos inniheldur eina rúgvu av sirkulatiónspumpum í ymiskum støddum og merkjum. Hendan talvan kann vera serstakliga hent, um talan er um pumpur til størri installatiónir.

Um tú ikki finnur tína pumpu í talvuni, so kanst tú altíð venda tær til okkum við einum fyrispurningi.

Set teg í samband við okkum



Tórhallur Magnussen

Tekniskur ráðgevi

Tel. 34 46 94
torhallur@krosstein.fo

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG