Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



ROKNA STØDD Á RADIATORUM

Skalt tú hava nýggjar radiatorar og vilt vita hvørja stødd hesir skulu hava, so kanst tú lættliga rokna hetta út sjálvur.

Tær tørvar at vita tríggjar upplýsingar. Hitt fyrsta er stødd á rúminum har radiatorurin skal vera. Hitt næsta er hitatapið roknað fyri fermeturin. Hitt síðsta er at vita hvør framleypshitin er. Við hesum upplýsingum ber til at rokna seg fram til orkutørvin.

 

Stødd í fermetrum á rúmi x hitatap fyri fermetur = orkutørvur roknað í wattum.

 

Um ein ikki veit við vissu hvat hitatapið fyri fermeturin er, so ber til at nýta 50 sum eina varisliga meting. Nýggj hús hava tó eitt lægri hitatap fyri fermeturin.

 

Orkukeldan í húsunum avger ofta hvussu heitur framleypshitin er. Verður húsið upphitað við einum oljuketli, so er framleypshitin ofta høgur. Hinvegin er framleypshitin ofta nógv lægri um húsið verður upphitað av eini hitapumpu.

Tá ið ein hevur roknað seg fram til orkutørvin, so verður hugt í eina veitingartalvu. Talvan sigur hvussu nógv watt ymiskar støddir og snið av radiatorar veita.

 

 

Omanfyri sæst eitt dømi úr eini veitingartalvu. Temperatursæt 70/40-20 merkir at framleypshitin er 70 hitastig, returhitin er 40 hitastig og hitalagið í rúminum er 20 stig.

 

Vit umboða merkið RIOpanel og Hudevad. Hesir radiatorar fáast í nógvum ymiskum sniðum.

 

Síggj okkara vøruyvirlit her.

 

Niðanfyri er ein veitingartalva til RIO panel standard, ið er mest vanligi nýtti radiatorur.

Heinta Veitingartalvu

Tú kanst nýta hesa til at gera tínar útrokningar. Til ber at broyta tølini í temperatursæt, so at framleypshitin t.d. er 50 og returhitin 30.

Temperatursæt 50/30-20 verður ofta nýtt til at finna stødd á radiatorum, har orkukeldan er ein hitapumpa.

 

Aðrar veitingartalvur og snið eru eisini at síggja á RIOPANEL.DK

Set teg í samband við okkum



Tórhallur Magnussen

Tekniskur ráðgevi

Tel. 34 46 94
torhallur@krosstein.fo

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG