Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



GÓLVHITASTÝRING - hvørja skal eg velja?

Hugsar tú at fáa tær gólvhita, so er eisini gott at fáa sær eina framkomna gólvhitastýring. Fyrr var vanligt, at gólvhitar vórðu stýrdir við einum returtermostati, sum stóð á rørunum beint omanfyri gólvið. Í dag er meiri vanligt at fáa sær gólvhitastýringar, har allir gólvhitarnir verða stýrdir úr einum stað. Tráðleysir termostatar verða settir upp í eygnahædd, har ein lættliga kann síggja hitalagið og gera smáar broytingar.

 

Hjá P/F Svend Krosstein hava vit gólvhitastýringar frá Wavin og Danfoss. Á myndini niðanfyri er ein paralelshuntur við eini sirkulatiónspumpu og tvey fordeilararør. Shunturin hevur til uppgávu at fáa rætta hitan út í fordeilararørini, har gólvhitarørini verða íbundin.

 

 

Hevur tú eina luft til vatn hitapumpu ella jarðhita, so nýtist tær ikki ein paralelshunt, tá hitapumpan sjálv syrgir fyri at rætti hitin kemur út til gólvini. Tó er altíð neyðugt við fordeilararørum. Hartil er so eisini ein gólvhitastýring, sum gevur boð, nær tørvur er á meiri hita. Hendan stýringin fær upplýsingarnar frá termostatunum, sum eru í einstøku rúmunum.

 

 

Wavin gólvhitastýring og termostatur

 

Wavin stýringin hevur møguleika fyri at íbinda upp til 16 ringrásir. Um ein nýtir 16 mm alupex rør, ið er ógvuliga vanligt at nýta til gólvhitaplátur við sporum, so kann hvør ringrás vera upp til 100 metur til longdar. Verður hinvegin nýtt pex rør 20 mm, ið er vanligt at stoypa í gólvið, so kann hvør ringrás vera upp til 120 metur til longdar. Danfoss gólvhitastýringin er hinvegin uppbygd soleiðis, at hvør stýring hevur møguleika fyri 5 ella 10 ringrásum. Stýringarnar kunnu eisini bindast saman, so at møguleiki er fyri 15 ella 20 ringrásum.

 

Stýringin frá Wavin fæst við ymiskum termostatum. Tann vanligi, ið følir á inniluftini hvør hitin í rúminum er. Hartil fæst eisini ein, ið avlesur hitan við einum gólvsensori (infrareytt). Hetta er ein fyrimunur, um ein hevur flísagólv. Hartil fáast Wavin termostatar sum tráðleysir ella við kaðalbinding.

Danfoss gólvhitastýring og termostatur

 

Stýringin frá Danfoss fæst einans við tráðleysum termostatum, men hevur tann fyrimun, at stýringin hevur 'tilgjørt vit'. T.v.s. at stýringin regulerar hitalagið eftir einari rýtmu, ið hóskar til einstaka rúmið. Heldur enn at lata upp og aftur fyri hitanum eftir einum føstum leisti, eins og aðrir termostatar, so roknar stýringin seg fram til tørvin. Hetta ger, at hitin í gólvinum er javnari. Hitalagið í rúminum sveiggjar eisini minni enn tað ger við øðrum stýringum.

Danfoss stýringin hevur hartil tann fyrimun frammum Wavin, at til ber at halda eyga við og stýra øllum gólvhitunum frá einum skíggja, sum kann setast upp hvar sum helst í húsunum. Hartil ber eisini til at síggja og regulera hitan á síni snildfon.

Við Wavin gólvhitastýringini ber til at fáa eyka funkur, við at keypa sær eitt eyka display, men hetta verður tó sett á sjálva stýringina, og kann ikki setast upp hvar sum helst.

 

Danfoss skíggi                                                                                                                     Wavin display

 

 

Við báðum stýringunum ber til at hava vikuprogram, sum ger tað møguligt at spara uppá hitanýtsluna, tá húsfólkið er úti. Eisini ber til at seta hitan niður, um ein er burturi í eitt longri tíðarskeið.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG