Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt

CASSØE, KAME & IFØ BAÐIRÚMSMØBLAR

Vit hava eitt breitt úrval av baðirúmsmøblum. Vit umboða m.a. merkini Cassøe, Kame, Cersanit og Ifø, sum vit bíleggja javnan, og eisini hava í okkara framsýning. Niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir teir baðirúmsmøblar, sum vit hava á goymslu. Møguleiki er eisini at bíleggja aðrar møblar frá hesum veitarum ella øðrum, um tit ynskja hetta.

 

Light frá Cassøe

Skal tað vera ein baðirúmsmøbil við eitt sindur betri góðsku, so viðmæla vit Light frá Cassøe. Hesin møbilin er úr hvítum háglans.

Light baðirúmsmøblar fáast í støddunum 60 cm, 80 cm, 100 cm og 120 cm. Eisini fáast høgskáp, ið eru 40 cm breið.

Prísir og yvirlit yvir Light frá Cassøe

 

Easy frá Kame

Easy møbilin er 80 cm breiður, men einans 35 cm djúpur. Hesin er vælegnaður at nýta í einum langum, men smølum baðirúmi, har tørvur er á skuffum til at goyma eitt sindur í.

Prísir og yvirlit yvir Easy

 

Cersanit baðirúmsmøbil

Cersanit framleiðir einfaldar og bíligari baðirúmsmøblar í góðari góðsku. Møblarnir frá Cersanit eru í hvítum háglans og hava eingi hondtøk.

Hesir fáast í støddunum 60 og 100 cm breiðir. Eisini fáast høskáp, ið eru 40 cm breið.

Prísir og yvirlit yvir Cersanit

 

Spira møbilpakkar frá Ifø

Hesir møbilpakkarnir fáast í tveimum støddum. Ávíkavist 51 cm breiður x 25,5 cm djúpur og 57 cm breiður x 43,5 cm djúpur. Vælegnað um baðirúmið er lítið.

 

Smart møbilpakki frá Kame

Um pláss ikki er fyri tí heilt stóra, so er hesin møbilpakkin frá Kame loysnin. Smart møbilpakkin er einans 47 cm breiður. Hesin er við spegl.

Prísir og yvirlit yvir møbilpakkar

 

Spegl við ljósi ella speglskáp við ljósi

Vit hava spegl við ljósi og speglskáp, ið kunnu nýtast saman við teimum møblum, ið ikki hava tilhoyrandi spegl. Eisini hava vit vanlig spegl við festum, ið eru løtt at seta upp.

 

Tú kanst eisini kannað møguleikan fyri øðrum møblum á hesum heimasíðum:

CASSØE - KAME - IFØ - CERSANIT

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG