Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt

SKRIVSTOVULÆRLINGUR TIL P/F SVEND KROSSTEIN

 

Nú skal tað verða

Hevur tú hug at royna eina spennandi og avbjóðandi skrivstovuútbúgving? So leita vit eftir tær. Og kanska tú longu leitar eftir okkum. Tí hjá P/F Svend Krosstein lærir tú at keypa, selja og fyriskipa – umframt nógv annað bókhald. Hetta er eitt spennandi lærupláss, ið gevur góðar møguleikar fyri persónligari menning.

 

Hvussu við tær?

  • Ert tú ágrýtin av lyndi?
  • Dugir tú væl at samstarva?
  • Dugir tú væl at arbeiða sjálvstøðugt?
  • Hevur tú lokið FHS ella HH – ella fært tú kanska prógvið í summar?

 

Hetta kunnu vit bjóða tær:

  • Eitt fakligt umhvørvi við góðum starvsfelagum.
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • Løn sambært galdandi sáttmála við S&K.
  • Lærutíðin er 3 ár við FHS og 2 ár við HH.

 

P/F Svend Krosstein er størsti HVS handil og heilsøla í landinum. Hetta er ein fyritøka í støðugari menning, og við okkara 25 dugnaligu starvsfólkum bjóða vit skjóta og góða tænastu til okkara viðskiftafólk kring alt landið. Vit veita tilfar, tænastur og ráðgeving innan grøna orku, vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión.

 

Er hetta nakað fyri teg?

So er eitt at gera. Umsóknarfreistin til starvið er 29. juni 2018. Starvið verður sett eftir nærri avtalu. Vilt tú vita meir um starvið, kanst tú venda tær til Anniku Krosstein á 344690 ella umvegis annika@krosstein.fo.

 

Umsóknir við mynd, CV og prógvum skulu sendast til annika@krosstein.fo.

 

Vit sóknast eisini eftir einum handilslærlingi:

Handilslærlingur til P/F Svend Krosstein

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG