Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt

HANDILSLÆRLINGUR TIL P/F SVEND KROSSTEIN

Nú skal tað verða

Hevur tú hug at royna eina spennandi og avbjóðandi handilsútbúgving? Og dámar tær at veita øðrum eina hjálpandi hond? So leita vit eftir tær. Og kanska tú longu leitar eftir okkum. Tí har er eitt, sum ger allan munin, tá ið tosað verður um góðan handil: Góð tænasta. Tað týdningarmesta fyri okkum í P/F Svend Krosstein er altíð, at kundar okkara eru í góðum hondum. Og hjá okkum lærir tú at veita góða tænastu innan eitt nú sølu, ráðgeving og tilboðsgeving. Harumframt gevur útbúgvingin góðar møguleikar fyri víðari útbúgving innan onnur øki.

 

Hvussu við tær?

  • Ert tú fyrikomandi?
  • Dugir tú væl at samstarva?
  • Hevur tú eitt gott eyga til nýggjar avbjóðingar?
  • Megnar tú at hava nógv jørn í eldinum?
  • Dámar tær at veita øðrum eina hjálpandi hond?
  • Hevur tú lokið FHS ella HH – ella fært tú kanska prógvið í summar?

 

Hetta kunnu vit bjóða tær:

  • Eitt fakligt umhvørvi við góðum starvsfelagum.
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • Lagaligar arbeiðstíðir.
  • Løn sambært galdandi sáttmála við S&K.
  • Lærutíðin er 3 ár við FHS og 2 ár við HH.

 

P/F Svend Krosstein er størsti HVS handil og heilsøla í landinum. Hetta er ein fyritøka í støðugari menning, og við okkara 25 dugnaligu starvsfólkum bjóða vit skjóta og góða tænastu til okkara viðskiftafólk kring alt landið. Vit veita tilfar, tænastur og ráðgeving innan grøna orku, vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión.

 

Er hetta nakað fyri teg?

So er eitt at gera. Umsóknarfreistin til starvið er 29. juni 2018. Starvið verður sett eftir nærri avtalu. Vilt tú vita meir um starvið, kanst tú venda tær til Anniku Krosstein á 344690 ella umvegis annika@krosstein.fo.

 

Umsóknir við mynd, CV og prógvum skulu sendast til annika@krosstein.fo.

 

Vit sóknast eisini eftir einum skrivstovulærlingi:

Skrivstovulærlingur til P/F Svend Krosstein

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG